KONGSHAVN
 
Navnið “Kongshavn” fyri Skálafjørðin er elligamalt, ja fleiri 100 ár.

  Tá føroyingar av álvara fóru at fáa sær skip fyrst í hesi øldini, sást skjótt, at skipað viðurskifti máttu fáast í teimum ymsu havnunum, og í tí sambandi vórðu havnareglugerðir gjørdar.

  Tað var í 1914, at havnastýri varð sett á stovn fyri Skálafjørðin, sum er umboðað av øllum komunum, sum liggja við Skálafjørðin.

  Tá tú siglur inn á Skálafjørðin og  komið er inn ímillum vitan á Garðsenda og Raktanga, ert tú komin inn í Kongshavnar havn.

  Kongshavnar Havn røkkur av Garðsenda og inn í Skálabotn (tað eru trettan kilometrar av sandinum í skálafirði í beina linju út í Raktanga), og tá ið skip er komið inn á fjørðin, rindar tað tí plássi havnargjald, tað fyrst kemur á, og hesin peningur er felagsogn hjá øllum fjørðinum. Um skipið siglir úr einari í aðra, rindar tað viðkomandi kommunu brúgvarpening. Havnarfútarnir krevja peningin inn, og kommunan fær 25% í samsýning av hesum gjaldi.

  Tá árið er úti, rindar hvør kommuna sær Kongshavnar Havn havnargjald. Nevndin hevur síðan fund og ger roknskap fyri árið, og tá fæst greiði á, hvussu nógv er komið inn. Hvør kommuna fær síðan pening líknaðan út í mun til tað strandaøki, hon ræður yvir, og sambært reglugerð Kongshavnar Havn má peningurin bert nýtast til umvælingar og ábøtur á havnirnar.

  Tá ið kommunu tørvar pening, biður hon við skrivligari umsókn Kongshavnar Havn um henda, við gjølligari greining um hvat peningurin skal nýtast til. T.d. nyttar ikki hjá Runavíkar Kommunu at biðja um pening til ábøtur á lendingina í Rituvík, Nes Kommuna fær heldur ongan pening til ábøtur á lendingina á Neshamri, tí hon liggur uttan fyri havnamerkini á Skálafjørðinum, og Sjóvar Kommuna kann ikki nýta pening til lending í Kolbanargjógv, Morskranesi ella Selatrað. Peningurin kann einast verða nýttur til havnir á Skálafjørðinum.
 
Kelda:
Samstarv - Oluf Djurhuus


   
 
Gamli Handil hjá Olivar
Gulasteinsvegur 6
600 Saltangará
Tlf.: 217464
olivar@olivant.fo

© Gamli Handil

Designed and programmed by KREA

Runavíkar kommuna
Árnafjarðar Róðrarfelag
Bygdafelagið Báran í Árnafirði
Vind sp/f, Við Løkin 2, Runavík