Árstalslisti fyri Heiðarnar
| |||
1846
|
Búreising við Saltangará Fyrsti niðursetumaður við Saltangará var
Niels Joensen (Ytri-Niels).
Niels og konan Anna Katrine Petersdatter av Selatrað og sonurin Jógvan, búsettust á vári í 1846 sum fyrstu niðursetufólk við Saltangará. | ||
1846
|
Brúgv yvir Saltangará (nú Løkin) Í Roknskapur úr kontrabókini hjá Økonomisk fond stendur:
at tann 10. aug 1846 vóru brúktir 126 ríkisdálar og 61 skillingar til "Bro over Saltangeraa". 81 ríkisdálar og 83 skillingar vóru fyri tilfar, og restin til arbeiðsløn. | ||
1847
|
Fyrsta barn við Saltangará Peder Nielsen (Per í Heiðunum) føddur 28. oktober 1847 er fyrsta barn skriva í kirkjubókina, "ved Saltangeraa". | ||
1850 |
Fólkateljing
1. februar 1850 er fyrstu ferð at Saltangeraa er við í eini fólkateljing, tá búðu 9 fólk ved Saltangeraa. | ||
1863 |
Handilsloyvið Niels Joensen (Ytri-Niels) fær handilsloyvið 2. februar í 1863.
Ein dagin, sum Niels hevði verði í Havn, fór hann á gátt hjá beiggjanum, Símuni í Hoyvík, at fáa sær flutning inn aftur í Eysturoynna. Tá segði hann frá, at nú hevði hann ætlanir um at fara at royna seg sum handilsmann, Jóhanna á Høgabóli segði, at hetta var beint eftir, at kongaligi einahandilin var hildin uppat. Um tað er rætt, so hevur hann handlað eina tíð, áðrenn hann fekk handilsloyvið. | ||
1865 |
Handil Gamli Handil í Heiðunum var bygdur í 1866 | ||
Símun bygdi íshúsið á Høgabóli fyri Thomsen á Tvøroyri. Tað var liðugt at taka í nýtslu í 1905. | |||
1908 |
Postur Bóndin í Heimistovu á Glyvrum hevði postin til Saltangará um hendi til "Mælkeforsyningen A/S" í 1908 byrjaði regluliga sigling inn á Skálafjørðin og Sundalagið við rutubátinum "Ruth". Tað var Símun Simonsen, keypmaður á Høgabóli, sum tá kom at hava postin um hendi. 10 ár seinni, tann 1. oktober 1918, var brævstøð stovna í Saltangará. Hon hevði til uppgávu, at bygdirnar Glyvrar og Saltangará fingu avgreitt síni postviðurskifti 2 ferðir um vikuna. Seinni kom hetta eisini at umfata Rituvík og Runavík. | ||
1909 |
Telefon Telefon kom til Saltangará 31. desember 1909 | ||
1916 |
Hans og Halda Tausen búsetast tann 31 mars 1916 við Saltangará.
Tey vóru tey fyrstu ið settust í búgv í Tofta Heiðum, við Saltangará. | ||
1918
|
Brævstøð | ||
1928 |
Lækni Kommunulækni kom til Saltangará 1. januar í 1928, tað var Poul Schwarz-Nielsen, sum sat til 1. juli 1930 tá varð Einar Djurhuus settur í hansara stað. | ||
1938
|
Fyrsta barn í Runavík Turid Hammer fødd 28. september 1938 er fyrsta barn skriva í kirkjubókina fødd í Runavík. | ||
1938 |
Arbeiðara felag Arbeiðsmannafelagið Klettur omfattende bygderne Gøtuejde, Skibenæs, Solmundefjord, Lamhaugeejde samt afdelingen Glibre og Saltangaraa.
Stiftet den 5. Febuar 1934.
(Glibre-Saltangaraa Afdelingen stiftet den 28. November 1938). | ||
1940 |
Revagarður Revagarðurin uppi í Rom. Undir krígnum hevði Petur Thomsen revar, eitt par og nakrar ungar, eisini hevði Jóan Jacob Olsen ein rev.
Revagarður var úti á Sandi mikla við Toftavatn áðrenn tað, saman við Niels Jacob Nielsen og Olla Skaale hevði Hans Andrias revagarð har frá 1932 og fram til 1940. | ||
Runavíkar skansi er sekskantaður og er frá seinna heimsbardaga, tá ið bretar hersettu Føroyar. | |||
1946 |
Urd FD 435
Pf. Kongshavnar Trolarafelag í Saltangará keypti tann 27. februar í 1946 trolaran Rán úr Íslandi og nevndi hann Urd. | ||
1949 |
A/S Kongshavns Konservesfabrik
Var stovna 17. mai 1949 av Kjartan Fridbjarnarson, Henry Sophus Stryhn og Else Margrethe Stryhn. Partapeningurin var 10.000 kr.
Partafelagið Kongshavns Konservesfabrik, Nes sókn er strikað av partafelagslistanum í 1976. | ||
1950 |
Kiosk Elisabeth Knudsen Saltangará (Betta í Heiðunum) byrjaði at handla við kioskini í kjallaranum hjá bróðrinum Niels Jacob Nielsen fyrst í fimti árunum. | ||
1950 |
Fólkateljing 31. desember 1950 er fyrstu ferð at Runavík er við í eini fólkateljing, tá búðu 56 fólk í Runavík. | ||
1951 |
Bakarí og Café Bakaríði við Saltangará bleiv tikið í brúk á sumri 1951, eisini var Cafè og útsøla. Eigarin var Anthon Johannesen. Húsi var eitt tvíhús har Karl Jóhan Hansen átti sunnaru helvt.
Húsi sum Bakaríði helt til í er nú Býráðshús hjá Runavíkar Kommunu. | ||
1953 |
Timburhandil Tann næsti bygningurin sum var bygdur á havnarøkinum við Saltangará var gamli Timburhandilin bygdur í trimum hæddun í 1952, tikin í nýtslu sum timburhandil í juni 1953.
Eigari fa. D.P.Højgaards eftf., Toftir | ||
1954 |
SEV | ||
1954 |
Blikksmiðja Bjarni Hansen byrjaði Blikksmiðju í Saltangará 2. januar 1954. | ||
1955 |
Flakavirkið Lynfrost í Saltangará var tikið í nýtslu í 1955.
Eigara: Brøðurnir Ingvard og Hans Olivur Højgaard, saman við Símun Hansen. | ||
1956 |
Politistur og Tollari Frá 15. juli 1956 var Hans Joen Johan Gaard-Jensen, av og á sendur í útistøði til Nes sóknar kommunu. Hann fær mynduleika bæði sum politistur og tollari.
Hann fekk fast tilhaldsstað hjá Joen Nicel Joensen, Saltangará, tá ið hann av og á var í útistøðu í oynni. Men skrivstovu fekk hann í bygninginum hjá havnarskrivstovuni í Saltangará. | ||
1956
|
Føroya Banki Tað var Símun Hansen, sum gekk á bankaleiðsluna um at opna skrivstovu í Saltangará, og hendan Skrivstovan varð latin upp í 1956 í húsum, sum Símun Hansen átti oman fyri kaiøkið.
Bankaleiðslan metti skjótt, at meira átti at verða gjørt burturúr so hvørt sum menningin tók seg fram og ferðasambandið gjørdist betri, og í 1958 varð stig tikið til at lata eina veruliga deild upp.
Hendan deildin varð eftir fáðum árum útbygd við egnum avgreiðslum í nógvun bygdum í oynni, sum allar verða stýrdar úr Saltangará.
Jóhan Hansen stóð á odda fyri deildini, síðan hon varð sett á stovn í 1958 og til | ||
1956 |
Sjóvinnubankin
Í 1956-57 fekk Anthon Johannesen í Saltangará umsitingina av eini deild hjá Sjóvinnubankanum, men hon var sera lítil í nógv ár, og í 1966 var verulig deild latin upp í kjallaranum hjá Anthon.
Sjóvinnubankin var stovnaður í 1932, Sjóvinnubankin og Føroya Banki løgdu saman 1. jan. 1994 tá blivu hesir bankarnir til ein banka, Føroya Banki. | ||
1956 |
Læraraprógv
Sum tann fyrsti í Heiðunum tók Absalon Djurhuus, føddur 15. des. 1930 í Saltangará, sonur Ingu og Einar (Heiðadoktarin), læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1956 og hevur verið lærari í Miðvági og í Tórshavnar Kommunuskúla, síðan 1962 varaskúlastjóri og síðan 1972 1. varaskúlastjóri. Absalon fór úr starvi 1. aug. 1996. Hann var á námsskeiði á ítróttarskúlanum í Sønderborg 1956-57 og á ársskeiði á DLH 1965-66. | ||
Barkarí Sildagarns Barkaríði Símun hansen | |||
1957 |
NSÍ NSÍ var sett á stovn sunnudagin tann 24. mars í 1957, tá kvinnur og menn í Heiðunum og her á leið tóku seg saman um nýtt ítróttarfelag, ið var tað fyrsta á eystara armi á Skálafjørðinum.
Navnið var frá fyrstu løtu Nes Sóknar Ítróttarfelag, stytt NSÍ.
Í fyrstu nevndini sótu Niklas Foldbo, formaður, Ib Haurits, næstformaður, Johanna Jacobsen (seinni gift Olsen), kassameistari og Jastrid á Roykheyggi, skrivari.
Fremsti undangongumaðurin var Ib Haurits, bakari av Tvøroyri, sum hevði tann fyrimun, at hann var einasti av stovnarunum, sum frammanundan kendi nakað serligt til skipaðan ítrótt.
Byrjaði við hondbólti
Fyrst og fremst hevði hann royndir frá hondbólti, og tí bleiv tað náttúrliga hondbólturin, sum setti dám á byrjanina hjá NSÍ. Ta fyrstu tíðina bar hondbóltsdeildin í felagnum navnið Tjaldur. Longu frá byrjan lá í luftini, at málið var at íðka fleiri ítróttargreinir í felagnum. Frá 1960 bleiv NSÍ-navnið brúkt burturav. | ||
1961 |
Teymavirkið Ovi Berg í Runavík byrjaði í 1961 at gera teymar í sínum kjallara. 13 ár seinni tók framleiðsla av línu seg upp, Ovi Berg bygdi nýggjan virkisbygning í Saltangará, og hevur Teymavirkið síðani 1974 virkað bæði teymar, línu og togverk. | ||
1964 |
Svimjifelagið Neptun bleiv stovnað 1 mars í 1964, av nøkrum ungun monnum, sum høvdu sett sær fyri at fáa ein svimjihyl bygdan á Glyvrum. Í 2005 bleiv felagið endurstovnað við "sama endamálið", nú at fáa ein svimjihylin bygdan í Runavík. | ||
1965 |
Samkomuhús Samkomuhúsið í hjá Brøðrasamkomuni:
22. mai í 1965 stóð Berøa í Saltangará klárt at taka í nýtslu. Berøa er gamla Ebenezer í Havn. Tað var niðurtikið, og Dia á Roykheyggi førdi tað við "Høganes" inn í Heiðarnar | ||
1966 |
Gjaldstovudeild
Mánadagin tann 7. februar 1966, lat nýggja gjaldstovudeildin í Saltangará upp í bygninginum hjá Føroya Banka. | ||
Runavíkar Kommuna bleiv sett á stovn 1. apríl 1967. | |||
1969
|
Føroya Sparikassi 27. jan. 1969 opnar Føroya Sparikassi deild við Jákup Mortensen sum leiðara, í kjallarahæddini á Runavíkar Sjómansheimið | ||
1969 |
Barberur 12. august 1969 byrjaði Jógvan Hansen, vanliga nevndur barberurin. Jógvan Hansen er ættaður úr Leirvík og búðsitandi í Saltangará. Jógvan byrjaði at klippa á Sjómansheiminum í Runavík og flutti seinni í egin hølir á Høgabóli í Saltangará. | ||
1970 |
Tíðindablað 19.desember 1970 kom Fjarðbúgvin út. | ||
1970 |
Runavíkar Sjómansheim Sjómansheimið var innvíga 14. mars 1970 | ||
1976 |
Tannlæknastovan í Saltangará í sep.-okt. 1976 lat Justinus Justinussen upp tannlæknastovu í Saltangará | ||
1977 |
Fotomiðstøðin í Saltangará, 10. des. 1977 lat Judith Johannesen fotografur av Toftum, fyrsta Fotohandil upp í Heiðunum. | ||
1977 |
Skúlin í Runavík var tikin í nýtslu 1. aug 1977.
Tá flutti framhaldsdeildin, sum hevði hildið til á Glyvrum í hendan skúlan. | ||
1984 |
Eysturoyar Ellis- og Røktarheim í Runavík var tikið í nýtslu 4. februar í 1984 og 27. februar flutti fyrsta búfólkið inn. | ||
1989 |
Heilsumiðstøð | ||
1990
|
Rundkoyring Runavík fær Føroya fyrstu "veruligu" rundkoyring 15. mars 1990. | ||
1993 |
Rúsdrekkasøla Landsins (Rúsan) 30. juni í 1993 lat upp deild á Heiðavegi 80 í Saltangará, í 2007 flutti Rusan í nýggj høli á Heiðavegi 25 í Saltangará. | ||
1999 |
Grannskoðari
14. apríl 1999 hevur Sp/f Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe, sum tann fyrsta løggilduga grannskoðarafyritøkan latið upp skrivstovu í Heiðunum. Felagið í varð stovnað 1968, hevur bert verið í Havn. Dagligu leiðsluna á skrivstovuni á Heiðavegi í Saltrangará hevur Jóhannes Danielsen, ið er skrásettur grannskoðari. | ||
Eysturoyar Apotek lat upp í Runavík 1. mai 2005.
Nú eru 4. apotek í Føroyum. | |||
2006
|
Café við skeinkiloyvi Blikk Caféin lat upp 15 januar.
Christian Høgni Jacobsen, Brynjolvur Nielsen, Tummas Petur Thomsen og Kári Streymoy eiga og reka caféina, ið heldur til í tí nú umbygda og víðkaða húsinum, har blikksmiðjan hjá Bjarna Hansen helt til, harav navni Blikk Caféin.
Caféin hevur fingið játta skeinkiloyvi, og fer eisini at skeinkja eitt sindur av tí sterka slagnum. Umframt hetta verður ymiskt søtt og gott til allar kræsnar gómar. Caféin er innrættað soleiðis, at í neðra er café burturav, meðan eitt nú stórskíggji verður í erva, so fótbóltsdystir og annað kann vísast har, umframt at fylgjast kann við á flatskíggja niðriundir. | ||
2006
|
Norðoya Sparikassi Norðoya Sparikassi arbeiðir seg støðugt longri og longri inn á meginøkið.
14. september 2006 lat Norðoya Sparikassi upp deild í saltangará. | ||
2008 |
Skúlin við Løkin og Løkshøll
Nyggji skúlin bleiv endaliga latin kommununi 13. desembur 2008. | ||
2010 |
Gallarí Elisabeth
4. nov. lat Gallarí Elisabeth í Saltangará upp í gomlu kioskini hjá Elisabeth Knudsen (Bettu).
Tað er listamaðurin av Glyvrum, Harry Knudsen sum kemur at umsita húsið og tann fyrsti, sum fer at sýna framm verður Hilmar Højgaard av Saltnesi. | ||
2011 |
Magnstøðin í Saltangará lat upp týsdagin 25. oktober 2011.
Samstundis sum Magnstøðin í Saltangará lýkur øll krøv frá føroysku myndugleikunum, livir støðin upp til tey strongu donsku trygdarkrøvini til bensinstøðir. Hetta merkir m.a. at brennievnistangar- og rør hava dupultar veggir við sensorum ímillum veggjasíðurnar. | ||
2012 |
Bókasavnið við Løkin lat amlent upp 22. august 2012.
Bókasavnið er eitt skúla- og fólkabókasavn og er í sama bygningi, sum skúlin við Løkin og Løkshøll. Svend Højgaard er settur sum leiðari.
Síðani skúlin við Løkin varð bygdur í 2008, og bókasavnið í Glyvra skúla flutti, hevur bókasavnið bert verið nýtt sum skúlabókasavn. | ||
2013 |
Løkshøll hevur fingið biografútgerð
Løkshøll hevur fingið nýggja framkomna biografútgerð. Skíggin, sum var tikin í brúk týskvøldið 29. januar 2013, er tann størsti í Føroyum. | ||
2014 |
Sýnshøll í Saltangará
Akstovan fekk eina nýggja sýnshøll í Saltangará 13. januar 2014.
Nýggja høllin er við síðuna av verandi sýnshøll í bygninginum hjá OCD, á Heiðavegi 81.
Í gomlu sýnshøllini er bert møguligt at sýna smærri akfør, t.v.s. akfør við heildarvekt upp til 3500 kg.
Nýggja sýnshøllin er útgjørd til at sýna stór akfør, so sum lastbilar, bussar, viðfestivognar og leguvognar.
Akstovan hevur nú møguleikar at sýna øll sløg av akførum á sýnsstaðnum í Saltangará.
Hetta er til stóran fyrimun fyri eigarar av stórum akførum í økinum, ið áður noyddust at koma til Havnar í sambandi við sýn. | ||
2015 |
Kringvarpsrásin R7
Týsdagin 3. nov. 2015 Bjóðaði nýggja kringvarpsrásin R7, til almenna móttøku í nýggjum hølum í Heiðahúsunum, heiðavegur 25 í Saltangará.
Petur Jacobsen er stjóri á R7. | ||