Runavíkar kommuna
Runavíkar Kommuna bleiv sett á stovn 1. apríl 1967.
Eysturoyar kommuna
Í 1872 kom lóg um kommunur í Føroyum. Fyri ta tíð hevði eingin skipan verið um kommunur. Øll Eysturoyggin varð tá skipað í eina kommunu við heitinum Østerø Præstegælds kommune.
Í 1893 loysti Eiðis kommuna frá hinum. Tá bleiv navnið á bygdunum, sum eftir vóru, broytt til: De forenede Sognekommuner i Østerø Præstegælds kommune.
Nes sókn og Gøtu sókn verða í 1897 býttar frá sum ein kommuna, og verða hvør sær kommuna í 1912.
Í Nes sóknar kommunu vóru bygdirnar: Lambi, Rituvík, Æðuvík, Nes, Toftir, Saltnes, Saltangará (Heiðarnar), Glyvrar, Solmundarfjørður, Skipanes, og í Gøtu sóknar kommunu vóru bygdirnar: undir Gøtueiði, Syðrugøta, Gøtugjógv og Norðragøta. Kommunu sundurbýti
Í 1967 varð Nes sóknarkommuna á eystara armi av Skálafjørðinum býtt sundur í tvær sjálvstøðugar kommunur; tí syðru Nes kommunu og tí norðaru Runavíkar kommunu. Seinast í 1950’árunum tók ósemja seg upp millum arbeiðsmannafeløgini í tveimum teimum størru bygdunum í kommununi, Toftir og Glyvrar/Saltangará, um hvat felag hevði rættin til arbeiðið við fiskivinnuhavnina í Saltangará, sum var størsta arbeiðsplássið í kommununi, og sum stóð til at verða munandi útbygd.
Síðan 1930’árini høvdu tey lokalu arbeiðsmannafeløgini í bygdunum í kommununi havt sáttmálar við lokalar arbeiðsgevarar, keypmenn og reiðarar í bygdunum um, hvar limirnir hjá lokalfeløgunum skuldu arbeiða.
Fyrst í 1950’árunum var ein størri fiskivinnuhavn bygd í Saltangará, og hevði hetta við sær, at ein partur av teimum lokalu arbeiðsgevarunum, m.a. eisini høvuðsarbeiðsgevarin hjá lokalfelagnum á Toftum, D.P. Højgaard, valdi at leggja sítt virksemi við ta nýggju havnina. Hetta hevði við sær broyttar fyritreytir fyri arbeiðsmegina í kommununi, serliga fyri toftamenn, sum nú í stóran mun máttu pendla til og frá arbeiði í Saltangará.
Ósemjan millum lokalfeløgini um arbeiðsrættin við havnina í Saltangará hevði við sær, at Arbeiðsmannafelagið á Toftum og lokalu limirnir í sóknarráðnum kravdu, at tann ætlaða útbyggingin av havnini í Saltangará skuldi leggjast á Toftum. Tá meiriluti ikki kundi fáast fyri hesum í sóknarráðnum, valdu Toftamenn at framleggja krav fyri landsstýrið um, at kommunan skuldi býtast í tveir partar. Á henda hátt kundu toftamenn – sum sjálvstøðug kommuna – søkja landsstýrið um stuðul til havnabygging á Toftum.
Eftir eitt langt stríð millum meirilutan í sóknarráðnum og toftamenn, legði landsstýrið endiliga upp í stríðið og útskrivaði í 1965 eina fólkaatkvøðu um sundurbýting av kommununi. Úrslitið varð, at tær tríggjar niðursetubygdirnar; Æðuvík í Neshaga og Rituvík og Runavík í Toftahaga, valdu at fara upp í ta nýggju Runavíkar kommunu, meðan einans Nes, Toftir og Saltnes myndaðu ta nýggju Nes kommunu.
Eftir ósemju millum partarnar m.a. um, hvar markið millum tær báðar nýggju kommunurnar skuldi ganga, og hvussu ognir og skuld í gomlu sóknarkommununi skuldi býtast, bleiv gamla sóknarkommunan tann 1. Apríl í 1967 so endaliga deild sundur. Endin á stríðnum um havnabyggingina í kommununi varð, at toftamenn nú fingu sína havn á Toftum, har flest toftamenn arbeiddu, meðan “innanmenn” fingu sína havnaútbygging í Saltangará, har flest “innanmenn” arbeiddu. Sostatt fekk økið tvær smærri havnir, heldur enn eina stóra havn. Kommunu samanlegging
1. jan. 2005 løgdu allar hesar fýra kommunurnar saman: Runavíkar kommuna, Skála kommuna, Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna. Kommununavnið er framhaldandi Runavíkar Kommuna.
1. jan. 2009 bleiv Funnings kommuna partur av Runavíkar kommunu.
|
Keldur:
Freydis Poulsen
Kommunubókin - Lassi Klein og Árni Gregersen
Bygdin – fyrr, nú og í framtíðini/ Námsrit 7-2006/
Bergmann Finnsson og Sámal Matras Kristiansen |