Símun á Hřgabóli
Símun Simonsen
Fřddur 8.12.1877, deyđur 25.04.1947
Símun vaks upp á Hřgabóli í Saltangará. Hann gekk 5 ár í skúla úti í Saltnesi hjá Jóannesi í Skúla.
Símun fór til skips í 1896 viđ »Delphinen«, skipiđ, sum pápi hansara hevđi fingiđ bygt. Pól Niklái Danielsen átti skipiđ tá, og hann var sjálvur skipari.
Tađ eru tey gomlu húsini, sum enn standa á Hřgabóli. Međan tey nýggju húsini blivu bygd, búđu tey uppi hjá Biritu, fosturdóttur Jógvan og Malenu. Hon var gift viđ systkinabarni sínum, Knúti, Eiđis Knút kallađur.
Símun skuldi vera ein stak góđur og kvikur smiđur. At smíđa ein leyp úr heilum trći varđ mett at vera eitt dagsarbeiđi hjá manni. Símun smíđađi tveir um dagin. Gamli Jógvan hevđi lćrt Símun at smíđa. Hann helt, at einki var at finnast at, leyparnir vóru snřggir. Jógvan plagdi ikki at gera leyparnar ferhyrntar, soleiđis sum vanligt var; men hann gjřrdi teir smalri aftur og fram. Tá vóru teir lćttari at bera í.
Símun royndi nógv viđ sildagřrnum bćđi fyri og eftir tađ, at hann fór at keypa sild fyri Thomsen. Hann átti nógv sildagřrn, eisini átti hann bćđi sildanót og brislinganót. Men av tí at bara árabátar vóru tá, bar ikki til at fara rćttiliga langt. Tí fekk hann skipasmiđjuna á Skála at byggja sćr ein motorbát. Hann fekk navniđ »Jóhanna«. Motorurin var ein 9 hesta Gideon. Hann kostađi 2000 kónur at keypa, og báturin kostađi 2000 krónur at byggja. Báturin bleiv latin honum í 1913.
Tá iđ fari varđ til Havnar viđ honum, hřvdu teir um leiđ 65 minuttir á Skansatanga, tađ er um leiđ 7 fjórđingar um tíman.
Tá iđ motorbáturin varđ bygdur, varđ Hans Tausen, sum í nřkur ár var at vera á Hřgabóli, sendur til Havnar at ganga í motorpassaraskúla. Hann tók prógv í 1912. Tađ var fyrstu ferđ, at slíkt prógv kundi verđa tikiđ í Fřroyum. Próvtřkan varđ hildin umborđ á »Beskytteren«. Próvdómararnir vóru yvirmenn umborđ.
Nú vóru mřguleikar at fara út av fjřrđinum at royna eftir sild viđ nógvum gřrnum. Roynt vard í Sundalagnum, á Rituvík, á Lambavík og á Funningsfirđi og sjálvandi eisini á Skálafjřrđinum. Símun tók eisini ímóti sild frá řđrum monnum, sum komu at avreiđa.
Motorbáturin varđ brúktur til nógv annađ enn at veiđa sild. Ofta sleipađi hann sluppir ymsastađni. Tćr hřvdu ikki motor tá í tíđini. Hann varđ brúktur at fřra vřrur úr Havn, at fřra fisk til skonnartir og damparar, at fara eftir lćkna og mangt annađ.
Sverri Joensen 2003
Brot úr ćttarsřguni: Á Hřgabóli
|