Íshúsið á Høgabóli

Um heystið í 1904 fór Símun Simonsen at ganga á skiparaskúla hjá Djurholm.
Ein sunnudag, Símun er í kirkju á Nesi, kemur Petersen próstur til hansara og sigur við hann, at Thomsen á Tvøroyri hevði biðið seg royna at fáa ein álítandi mann inni á Skálafjørðinum at keypa sild til agn til skipini fyri seg. Símun játtaði; men hann mátti fyrst fara suður til Tvøroyrar, av tí at Thomsen vildi síggja mannin.
 
Gjørt varð av, at Símun skuldi byggja teimum eitt íshús, keypa sild og frysta hana. Eisini skuldi hann reka íshúsið og lata skipunum sild. Hann skuldi fáa eitt oyra av hvørjari sildini í løn. Tá ið Símun kom norður aftur, gavst hann á skiparaskúlanum. Hann fór beinanvegin undir at byggja íshúsið. íshúsið varð bygt av timbri og bjálvað við saguspønum. Tað var liðugt at taka í nýtslu í 1905. Símun rak íshúsið fyri Thomsen til um leið 1914. Tá keypti hann tað og rak tað sjálvur.
 
Tá ið íhúsið var komið, fingu flestu húsini í bygdini sær íshyljar. í hørðum frosti kundu teir taka ís fleiri ferðir um dagin, og ísin avreiddu teir so til Símun.
 
Trettan íshyljar avreiddu til Símun, 12 í Saltangará og ein á Glyvrum, Per Úti í Heiðum hevði 4, ein sunnan fyri sodnhúsið og ein oman fyri neystið, og so hevði hann 2 í gerðinum hjá beiggjanum, Nielsi, annan miðskeiðis í gerðinum og hin nordast í gerðinum. Niels Jakku hevði ein hyl; hann var har, sum smiðjan nú stendur. Hjá Jústinesi var ein, hann var beint sunnan fyri húsini hjá Kjartani. Hjá gamla Hans Andriasi vóru 2, annar var sunnanfyri, har húsini hjá Øssuri eru, og hin norðast í gerðinum. Sjálvur hevði Símun ein, hann var oman fyri handilin, har sum Viðhúsið seinri varð bygt. Á Líknargøtu vóru 2, annar var har, sum tey fyrru húsini hjá Jensi standa, og hin, har Stokkastovan stendur nú. Heini hevði ein, hann var niðanvert sunnan fyri húsini. Eidisknútur hevði ein, sum var beint norðan fyri húsini. Hans Petur Heimi í Stovu hevði ein norðast í gerðinum.
 
Prísurin fyri ísin var fjóðrings oyra fyri pundið. Per Úti í Heiðum avreiddi fyrsta leypin av ísi, sum Símun keypti. Hetta var, áðrenn Per sjálvur hevði fingið íshyl, tí at hann breyt ísin á tjørnini á Vatnfelli. Hann hevði ein stóran grótleyp, sum hann rokaði av ísi og fatlaði um, so einki skuldi detta burturav. Hann fór undir leypin og bar hann allan vegin uttan at seta av sær, til hann kom oman á slættan, har Doktarahúsini standa. Tá slitnaði fetilin, og alt datt niður á bøin. Hann bar síðan ísin inn á Høgaból í tveimum. Vigað vórðu 350 pund av ísi, nakrir molar hava helst ligið eftir, og so vigaði leypurin sjálvandi nakað, so byrðan, Per henda dagin bar oman av Vatnfelli, man hava táttað væl í 400 pund.
 
Ein kaldan morgun, um leið 1920, fóru Jústines og Nikolina í íshylin, hon at bróta ís, og hann at bera oman á Høgaból. Tey hildu á allan dagin. Tann lættasta byrðan hjá honum vigaði 280 pund, tann síðsti leypurin á kvøldi vigaði 300 pund. Hann bar 9000 pund - fýra og eitt hálvt tons - oman á Høgaból henda dagin. Dagurin er stuttur á midjum vetri; nóg Ijóst at bera hevur kanska verið einar átta tímar, hann hevur tí borið ein leyp um korterid. Tað var langt og hartil tungt at ganga niðan til Jústines, og í so hørðum frosti má geingið hava verið ógvuliga vánaligt. Daglønin tá var um leið 2 krónur. Tey avreiddu fyri 22 krónur og 50 oyru, so hetta hevur verið ein rokdagur hjá honum.
 
Ísurin varð malin í einari maskinu, so at hann var til støddar sum sukurmolar. Maskinan varð drivin við hond. Eitt sveighjól varð malið runt við einum kasti. Salt varð blandað upp í ísin og stroytt varð í botnin á frystipannuni, so varð eitt lag av sild lagt, og so varð ísur stroyddur omanyvir aftur, og lok varð lagt á pannuna. Var sildin smá, so vórðu tvey løg løgd. Morgunin eftir var sildin fryst, og hon bleiv tikin úr pannunum og løgd í goymslurúmið. Har var kuldi inni av tí saltblandaða ísinum, sum var fram við veggjunum. Men hann bráðnaði, so fylt mátti verða í aftur hvønn morgun. Ísurin, sum fyltur varð afturíaftur, lá í einari rúgvu á gólvinum. Hann kundi halda sær til út á summarið. Isur varð brúktur í nøkur ár, so fóru teir at brúka kava. Hann var lættari, og hann gjørdi somu nyttuna.

Símun veiddi, sum sagt, nógva sild, bæði við gørnum og við nót. Tey føroysku skipini royndu tá nógv undir Føroyum um várarnar og eisini um sumrini. Tey komu nógv inn til Símun at fáa sær agn. Prísurin var ójavnur. Var nógv sild, so var lítil prísur, niður í eitt ella tvey oyru fyri sildina. í fyrra krígnum, tá ið eingin sild var at fáa, bjóðaðu teir heilt upp í eina krónu fyri eina sild.

Einaferð, eitt suðuroyarskip kom inn at fáa sær agn, bar Símuni ikki til at fara at kasta nót; men hann segði við teir, at hann skuldi læna teimum nótina og ein formann. Formaðurin var Lena. Hon fór í bátin við skipsmonnunum, og hon skipaði fyri, hvussu kastad skuldi verða. Kastað varð úti fyri Hundinum. Tey fingu eitt gott kast. Tað var nóg mikið av sild til skipið og meir afturat.
Hundurin var eitt sker, sum stóð tætt við land, úti fyri Høgabólsgerðinum. Navnið kom av, at tað, sum stóð upp undan sjónum, líktist einum hundi.
Lena var ættað úr Suðuroy. Hon var í nógv ár arbeiðskona á Høgabóli. Hon var eitt satt konubrot. Javnan var hon við at kasta nót og at seta sildagørn. Hon giftist seinri til Skálar við Andriasi í Torvgili.
 
 
Kelda:
Á Høgabóli (Sverri Joensen)

 

 


   
 
Gamli Handil hjá Olivar
Gulasteinsvegur 6
600 Saltangará
Tlf.: 217464
olivar@olivant.fo

© Gamli Handil

Designed and programmed by KREA
Vind sp/f, Við Løkin 2, Runavík
Bygdafelagið Báran í Árnafirði

Runavíkar kommuna
Árnafjarðar Róðrarfelag