Apotek
Hándkeypssølur
Í 1885 vóru fýra í Eysturoy, og á eystara armi av Skálafjørðinum hava fleiri verði m.a. í Saltangará: Símun á Høgabóli fram til 1934, Emma Joensen frá 1934 til 1984 og m.o. JOPO í Runavík.
Søludeild
2. mai 1994 lat Tjaldurs Apotek v/ Jonnu Hansen apotekara eina søludeild upp í leiganum høli á Heiðavegi 3 í Runavík.
Deild
4. november 2002 flutti “søludeildin” út á Mýraveg 6 í Runavík, í nýggja bygningin við síðuna av Heilsumiðstøðini. Og bleiv tá ein sjálvst. Deild hjá Tjaldurs Apoteki.
Eysturoyar Apotek
1. oktober 2005 tók Hjalti Gunnarstein við sum apotekari á Eysturoyar Apoteki í Runavík. Og er hetta tað 4. Apoteki í Føroyum.
Higartil hevur Søludeildin/Deildin í Runavík verið ein deild av Tjaldurs Apoteki í Havn. Og hevur Jonna Hansen á Tjaldurs Apoteki verið apotekari, og stjóri bæði í Havn og Runavík.
Deildin í Runavík hevur tó havt deildarleiðara, og fakligu leisluna hevur ein farmaceutur á Tjaldurs Apoteki havt og hevur ferðast ímillum.
Eysturoyar apotek fekk 4. oktober 2007 sum tað fyrsta av føroysku apotekunum handað góðskukenningarskjalið frá umboði fyri Dansk Standard.
Øll apotek í landinum skulu hava ISO 9001 góðkenning, Fyri at fáa hesa altjóða góðkenning krevst, at virkið er ført fyri at vísa á førleika til áhaldandi at gera vørur, sum lúka ásettu krøvini. |